Rottangatøming í Suðuroy

Mánadagin 5. mars fara fólk frá reinsitænastuni hjá IRF at tøma rottangar í Suðuroy. Byrjað verður í Sumba og í Sandvík.

IRF heitir á fólk í Sumba og í Sandvík um at tryggja:

at tangin er lættur at koma til
at tað er grivið væl frá rundan um lokið
at lokið er væl fest, men lætt at loysa
at lokið er trygt og heilt
at lokið er lætt at festa aftur, tá ið arbeiðið er liðugt
Reglugerðin sigur, at eigarin av rottanganum hevur til eina og hvørja tíð ábyrgd av, at tangin er í góðum standi og ikki er til ampa fyri fólk og umhvørvið. Hetta inniber millum annað, at fólk og fæ trygt kunnu ferðast tvørtur um rottangan, eisini eftir at hann er tømdur.

Tá ið tangin er tømdur, leggur IRF ein lepa við árstali undir lokið á tanganum.