Brandvenjing í skúlanum

Í morgun var brandvenjing í Hvalbiar skúla.

Endamáli við venjingini var at royna at fáa næmingarnar skjót út og eisini var í morgun ein stova, sum fyltist við royki. Á henda hátt kundu sløkkiliðsmenninir fara inn við termiska kameranum og fáa hetta roynt.

Brandvenjingin gekk gott og riggaði nýggja útgerðin hjá sløkkiliðinum sera væl, sum vit hava skilt.
Henda videoupptøka er tikin upp inni í stovuni, har roykur var.