Um broyting av byggisamtykt v.m.

Sambært løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 um býarskipanir og byggisamtyktir, verður hervið gjørt kunnugt, at bygdarráðið í Hvalba á fundi tann 05.03.2018 hevur samtykt hesar broytingar til byggisamtyktina fyri kommununa.

  1. Vinnuøkið á Heyggi matr. nr. 525b verður strikað sum vinnuøki C og lagt út til øki J til landbúnað.
  2. Frítíðarhúsøkið uttangarðs á Heyggi verður strikað sum frítíðarhúsøki I og lagt út til øki J til landbúnað.
  3. Nýtt sethúsaøki umleið 12.000 m2 til 15 grundøki verður lagt út á Heyggi vestur úr verandi útstykking.
  4. Norður úr Heygsvatni verður til matr. nr. 525a lagt út nýtt øki til tjaldpláss umleið 375 m2 til øki F frítíðarøki.
  5. Frítíðarhúsøkið í Nesi – Rókhagi matr. nr. 529b, verður partvíst strikað, tó at 5 grundøki til frítíðarhús verða løgd út av nýggjum.
  6. Í Nesi verður bilstøðlaøkið matr. nr. 30 víðkað við 140 m2 av matr. nr. 2c.
  7. Havna- og neystaøkið í Nesi verður víðkað móti vestri við uml. 4.370 m2.
  8. nr. 25d við Neyst verður broytt frá miðstaðarøki til bústaðarøki og samstundis verður mark flutt móti eystri 3 metrar inn á matr. nr. 92b.
  9. Dagstovnaøkið við Krógv verður víðkað til at fevna um allan matr. nr. 145a. Ein minni partur av matr. nr. 131d verður lagdur til øki E til almennar tænastur saman við marknaumskipan og vegatkomu til dagstovnaøkið.
  10. nr. 142b í Heiðatrøðini verður broytt frá landbúnaðarøki J til sethúsaøki B.
  11. Neystaøkið í Skálum verður broytt frá friðaðum øki H til frílendi G.
  12. Havnaøkið verður víðkað móti vestri við umleið 18.000 m2 til bátahyl og grótkast og lagt út til økispartin D fyri havnaøki.
  13. Bilstøðlaøkið við Hvalbiareiði, Suðuri í Haga, verður víðkað við umleið 300 m2.
  14. Í Sandvík er økið matr. nr. 431a frílendi G og verður broytt til almennar tænastur E.
  15. Í Sandvík verður gamli handilin matr. nr. 442c lagdur út til økispartin H fyri friðað øki.
  16. nr. 454 verður víðkað móti suðri og alt økið lagt út til B bústaðarendamál.
  17. Broyting er gjørd til orðingina í byggisamtyktini.

Tilfar, sum lýsir ætlaðu broytingarnar, liggur frammi á kommunuskrivstovuni og á heimasíðuni til alment eftirlit í tíðarskeiðinum frá 19. mars til og við 09. apríl 2018.        

Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot verða at senda Hvalbiar Kommunu skrivliga seinast 6 vikur frá kunngerðardegnum, ella áðrenn 27. apríl 2018.

Hvalbiar Kommuna

www.hvalba.fo

Bíarvegur 2  –   FO-850  Hvalba

hvalba@hvalba.fo