Barnaansing
1.januar 2016 gjørdist barnaansingin í Hvalbiar Kommunu sjálvstøðug, eftir at hava samstarva við Tvøroyrar Kommunu í fleiri ár.
15. januar 2016 setti Hvalbiar Kommuna, Siri Næs Olsen sum leiðara fyri Dagstovnarøkinum í Hvalbiar Kommunu.
1. januar 2016 eru 10+2 dagrøktar mammur, í starvið hjá Hvalbiar Kommunu. Tær hava tilsamans uml. 44 børn í ansing. Ein dag um vikuna eru tær í spælistovuni í skúlanum í Nesi.
Fyri at vita meira um dagrøktina, kanst tú seta teg í samband við Siri:
Siri Næs Olsen
Bíarvegur 2
850 Hvalba
Telefon: 23 75 80
sno@hvalba.fo
Tú fært meira at vita um gjald og frípláss her
Hvalbiar Kommuna er í løtuni í gongd við at byggja dagstovn til uml. 60 børn. Í stovninum verður vøggustova, barnagarður og frítíðarskúli.
Væntandi letur nýggi dagstovnurin upp á sumri í 2017